letra de tú alfagra land mítt (thou fairest land of mine) - símun av skarði
Loading...
[verse 1]
tú alf-gra land mítt
mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt
á sumri við logn
tú tekur meg at tær
so tætt í tín favn
tit oyggjar so mætar
guð signi tað navn
sum menn tykk-m góvu
tá teir tykk-m sóu
ja, guð signi føroyar, mítt land!
[verse 2]
hin roðin, sum skínur
á sumri í líð
hin ódnin, sum týnir
mangt lív vetrartíð
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna
sum vága og vóna
at eg verji føroyar, mítt land!
[verse 3]
eg nígi tí niður
í bøn til tín, guð:
hin heilagi friður
mær falli í lut!
lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
so torir hon vága
– av gudi væl skírd –
at bera tað merkið
sum eyðkennir verkið
ið varðveitir føroyar, mítt land!
letras aleatórias
- ryan cassata › letra de in the headlines - ryan cassata
- slow caires › letra de fallin down - slow caires
- gronkh › letra de la famillia (extended edition) - gronkh
- kidd rese › letra de ugly (remix) - kidd rese
- laf montreal › letra de blanc - laf (montreal)
- x dash › letra de grin on my grill - x-dash
- chari crack › letra de weit entfernt - chari crack
- big tc › letra de in too deep - big tc
- acquiese › letra de creative daydream - acquiese
- nateezy › letra de lorefa**ots in paris - nateezy