letra de villar víddir - kári leivsson
leið meg út á villar víddir, har lívið leika skal
frælsi fær eitt innihald og vónin gerst eitt val
ja heilt út, har vindar venda og orka broytir skap
einstein møtir marx og freud og rolling stones afturat
har blandar tú títt blómubryggj uttan timburmenn ella fólkaskomm
tí avdottin er bakkus brátt av kánabrúdleypsromm
kom við út á villar víddir, uttan haft ella tíðartonn
sigl meg út, har sjógvar slættast av skynseminnar vernd
hvør ein misgerð rættast í somu løtu hon er nevnd
vilt tú synga millum vinir, mást tú ganga út úr takt
tí tín leiðari gerst linur, tá tín samvitska fær makt
og eygu øtast undrandi, tú bert meg burtur blundandi
og øsast upp heilt óttaleys í nirvana out of time
blaka meg so, har bylgjur brótast, oman bakka, út um heim
eg vil síggja syndir slaktast og teg sveima upp av ný
tí har insta vónin aktast, hon vegur vápnagný
eg vil daga duldar dreymar og loysa lygnarhaft
vita nær ja er ja og nei er nei, tá ivin heldur kjaft
og lívið er eitt puslispæl, sum aldri liggur, sum tað skal
tí sum eitt sprell í kosmos tú og eg, á edensgarðaveg
vælkomin út á villar víddir, her skal eingin spara seg
letras aleatórias
- kadomatsu toshiki › letra de surf break - kadomatsu toshiki
- finn m k › letra de road to happiness - finn m-k
- shania twain › letra de forever and for always (green "country" version) - shania twain
- adame fr › letra de qu'on m'appelle adamé - adamé (fr)
- makos › letra de naszrap - makos
- hannah wyatt › letra de in the morning - hannah wyatt
- circus devils › letra de all the good ones are gone - circus devils
- circus devils › letra de stars on all night - circus devils
- 陳凱詠 jace chan › letra de 虛擬人與我 (me 'n we) (簡體字/simplified characters) - 陳凱詠 (jace chan)
- barry manilow › letra de polka dots and moonbeams - barry manilow