letras.top
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

letra de tað hevur tókt - harkaliðið

Loading...

tað hevur tókt millum føroyinga gaman
onkutíð leikti mín fótur so frítt
í gildiskála at reypa saman;
leikar mín hindin um vøllir vítt
tá borin at munni var mjaðarskál
tá gjørdist í monnum mannamál

leikar hon vítt, leikar hon frítt
leikar mín hindin um vøllir vítt

tað hevur verið føroyar siður
onkutíð leikti mín fótur so frítt leikar mín hindin um vøllir vítt
at ongantíð skuldi bindast friður
leikar mín hindin um vøllir vítt
høgga ella stinga, tí leti var last
stríða og strembast, til hjartað brast

leikar hon vítt, leikar hon frítt
leikar mín hindin um vøllir vítt

stríð er á sjógvi, og strembing á landi
onkutíð leikti mín fótur so frítt
blóðspr-ngdur mangur á slættum sandi
leikar mín hindin um vøllir vítt
sjaggar pøstur til húsa heim
spreingir so aftur í dans og gleim
leikar hon vítt, leikar hon frítt
leikar mín hindin um vøllir vítt

dýsjadólgin latum vær sova
onkutíð leikti mín fótur so frítt
menskir menn lata hurð úr klova
leikar mín hindin um vøllir vítt
fugladúrur er teimun nóg nógv
úr skal koma innispunnoð tógv

leikar hon vítt, leikar hon frítt
leikar mín hindin um vøllir vítt

letras aleatórias

MAIS ACESSADOS

Loading...