letras.top
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

letra de ólavur riddarrós (brot) - harkaliðið

Loading...

ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig

ólavur ríður eftir bjørgunum fram
– kol og smiður við –
fann upp á eitt elvarrann
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

út kom eitt tað elvarfljóð
– kol og smiður við –
flættað hár á herðar dró
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

“ver vælkomin, ólavur riddararós
– kol og smiður við –
tú gakk í dansin og kvøð for os!”
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

eg kann ikki longur hjá elvum vera
– kol og smiður við –
í morgin lati eg mítt brúdleyp gera.”
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

vilt tú ikki longur hjá elvum vera
– kol og smiður við –
sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –
hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja sjúk
– kol og smiður við –
ella vilt tú í morgin liggja lík?
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

“tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur
– kol og smiður við –
ilt er at liggja leingi sjúkur
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

fyrr vil eg í morgin til moldar gá
– kol og smiður við –
enn eg vil sjú vintur liggja á strá.”
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

hon bar fram eitt drykkjusteyp
– kol og smiður við –
eiturkornið í tí fleyt
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

“tú sig tíni móður, tá ið tú kemur heim
– kol og smiður við –
tín foli snublaði um ein stein.”
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

ólavur heim í garðin fór
– kol og smiður við –
úti hans móðir fyri honum stóð
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –
“hví ert tú so følin, hví ert tú so bleik
– kol og smiður við –
sum tú hevur verið í elvarleik?”
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

tí eri eg følin, tí eri еg [sum] bast
– kol og smiður við –
í gjár var eg í elvarlast.”
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

ólavur vendist til vеggin brátt
– kol og smiður við –
hann doyði langt fyri midnátt
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

har komu av tí búda trý lík
– kol og smiður við –
tey vóru so prúda
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

tað fyrsta var ólav, tað annað hans moy
– kol og smiður við –
tað triðja hans móðir, av sorg hon doyði
– ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. –

letras aleatórias

MAIS ACESSADOS

Loading...