letra de kærleiksvísa - einangran
[verse 1]
tíðin kemur, tíðin fer
stendur still tá tú ert her
eg vil hvíla her í ævir
tí tú gert meg heilari
lekir meg við tíðini
ger at eg verði enn meiri eg
[chorus 1]
tú og eg
bæði vita
lívið er uttan iva
ljósari
tí vit vilja
sama veg
[verse 2]
tá ið óttin fyllir meg
haldi eg má goyma meg
handan hurðar í einsemi
sært tú beint í gjøgnum meg
sigur, eg kann opna meg
sigur, tú verður verandi
[chorus 2]
tú og eg
bæði vita
lívið er uttan iva
ljósari
tí vit vilja
sama veg
uttan iva
tú og eg
ja, vit vita
at alt er uttan iva
vakrari
tí vit velja
sama veg
[instrumental break]
[chorus 2]
tú og eg
bæði vita
lívið er uttan iva
ljósari
tí vit vilja
sama veg
uttan iva
tú og eg
ja, vit vita
at alt er uttan iva
vakrari
tí vit velja
sama veg
[outro]
ljósið skínur bjart úr tær
festir seg og býr í mær
lýsir fyri mær í myrkri
letras aleatórias
- esham › letra de put your mask on - esham
- dschinghis khan › letra de der teufel kann warten - dschinghis khan
- eisvoleas › letra de nερό στην κόλαση του eγώ σου - eisvoleas
- goodmostlybad › letra de aunty - goodmostlybad
- drakeo the ruler › letra de 20 pieces - drakeo the ruler
- rojas deu › letra de moneydance - rojas (deu)
- luana alves › letra de romeu - luana alves
- bitsu › letra de appolonia - bitsu
- esham › letra de x-mas is dead - esham
- m dot r › letra de bike - m dot r