
letra de pætur á brekku - regin dahl
pætur á brekku var vinmaður mín
hann bannaði illa og drakk sum eitt svín
og prestur hann deildi – missiónsmaður bað
men pætur hann legði einki petti í tað
“eg skal svara fyri meg”, segði pætur
“vit etast av møðk-m – og vit verða ræ –
og okk-m fjalir einaferð hitt skurvuta flag. –
og tá vit eru farin, tá vita vit tað
tá er tøgn bæði dagar og nætur.”
pætur var ikki, sum fólk eru flest –
at baksast á bunka, tað fall honum best
og tá hann stóð og stýrdi, meðan stormurin hvein
kom up ímóti hesum manni ikki maður ein
“eg eri, sum eg eri”, segdi pætur
skútan rann um streingjarnar tein eftir tein
meðan skýfjaldur mánin yvir sjógvarnar skein
“nú koma tit at kyssa míni frostbitnu bein –
eftir meg er tað eingin, ið grætur.”
pætur á brekku hann hataði sprund, –
men vinmaður var hann við kettu og hund
hann var bítskur í orðum, men góður í grund
og blíðkaðist altíð aftur um stund
“eg gifti meg aldri”, sеgði pætur
“konurnar deila og meyla og knarra
bjarga meg úr slík-m standi, biði еg várharra
nei, heldur einsamallur hoyra gjósturin tvarra
gifting voldir svøvnleysar nætur.”
eina ódnarnátt á hundavakt heilt uppi við kapp norð
í ýlandi brotum sló pætur fyri borð
sín oljuklædda arm móti himni rætti hann
meðan brotini sungu, og illýsið brann
har fann hann bana sín, pætur:
síðsta steyp var drukkið, hin síðsta pípan roykt;
og tí er hvørt enni at bunkanum boygt
og segl eru strikað, og flaggið er lágt. –
hin gamli situr afturi og grætur
letras aleatórias
- letra de insane - amanntu
- letra de watti don - youngboy never broke again
- letra de portfolio - no savage
- letra de desiludido - rithxn
- letra de all of me - poetik
- letra de ferragamo - lil kidd, daddytalk
- letra de funk universo (red remix) - irokz & xanakin skywok
- letra de the garden - kyle brew
- letra de dragon - lord szop
- letra de creeepy crawlies - scary bitches