
letra de kalli katt - k-rip
gongur tú ein keitúr millum trý og fimm
konteynarar, øl og brennivín og timbur skipast inn;
so sært tú gamla kalla katt húka á sín stav
skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag
tá gerst hann aftur ungur, sum lossaði hann har
fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar
meðan skip tey stevndu út, og onnur stevndu inn
men tað var aldri fólk, sum kalli ið sóu vinningin
hann minnist mangan kaffimunn og mangan lítlan
dramm
í regni millum konteynararnar vinirnir og hann;
meðan skip tey stevndu út, og onnur stevndu inn
men tað er aldri fólk sum teir, ið síggja vinningin
høgir harrar hábærsliga lyfta av sín hatt
heilsa tær og konuni, men aldri kalla katt;
tí skip tey stevndu út, og onnur stevndu inn
onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina
ein dagin, undir lossing, ein stórur kassi datt
og so var eingin tímalønin meir hjá kalla katt;
tað er fjálgt at pensjónerast av at gerast sekstifimm
men beiskt at missa farmin, tí at árar leggjast inn
kalli gníggjar eyguni og starir út á hav
um skamma stund so skal hann sjálvur sína ferð av
stað;
summar skútur stevna líka inn í himmalin
og kalli trýr, at har fær hann at síggja vinningin
letras aleatórias
- letra de blessed - shane fuego sa
- letra de cerchi nell'acqua - memo remigi
- letra de ráchel 2007 - petr muk
- letra de ich tanze leise (aus ”sing meinen song, vol. 6") - michael patrick kelly
- letra de baby it's christmas - colton haynes & travis atreo
- letra de nothing's really changed - robin mckelle
- letra de shaker - mirac
- letra de intento fallido - rosaentrespinas
- letra de intermission (get away) - dylan sinclair
- letra de ich glaube, ich bin ein alien - fliggsy