letras.top
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

letra de tulipanærin - harkaliðið

Loading...

tað var ein f-gran summardag
øll lambamæ tey vóru glað
á vaglinum var púra logn
og sólin skein á pylsuvogn

við pylsuvognin stóð ein ær
tvey smálomb hevði hon við sær
tey vóru svong, tey liðu neyð
tí arni hevði jagstrað tey

tætt við ein gomul kona stóð
hon var so tjúkk, hon var so góð
hon vá eitt skippund ella tvey
og hevði alsk til heimaseyð

tólv hot-dogs keypti hon við skund
og gav so hesum heitan hund
so hugnaligt um vaglið reyk
tá ið tey ótu hund og leyk

tá hettar máltið ligut var
tey fóru, bæði lomb og ær
tí sinnoppur er kryddur sterkt
at eta tulipan-dessert

tey ótu tulipanir sjey
so nú tey hava onga neyð
nú hava øll trý fulla vomb
– tann neyðars ær og hennar’ lomb
og hetta er eitt fínt bevís
at havnin hon er еitt paradís
bæði fyri lomb og ær
um bara eingin arni var

letras aleatórias

MAIS ACESSADOS

Loading...