letra de aldan revsar eitt vargahjarta - hamferð
tigandi
á høgum rók-m
dømandi
køld og rættvís
eg tríni óttafullur fram
aldan talar
leggur byrðu á meg
lagna mín spilt av iva
ótta og vreiði
minnast skal eg í ævir
ódnarvargur eri eg
sorandi á glæðuni
alt er vorðið myrkt
eg síggi teg á eggini
tveita teg í skerini
skríggj og so er kvirt
lotið ilskast
tað myrknar
eitt tár fellur út í einsemið
við gróti undir iljum
merki eg streymin frá fjarum londum
við bárubroti at hoyra
síggi eg tey smáu, spælandi berføtt
við vissu í sálini
um mína revsing uttan linna
latið eg aftur eygu
aldan talar
pískar tað leikandi lotið
upp í ta hvirlu
ið nú skal taka mín kropp
ódnarvargur eri eg
sorandi á glæðuni
alt er vorðið myrkt
eg síggi teg á eggini
tveita teg í skerini
skríggj og so er kvirt
tú vónarinnar bani, tú ræðugos
tú eigur lívið í mær
tak meg nú
kasta meg í kjaftin
á miklum klettum
letras aleatórias
- letra de won't do it again - we are ava
- letra de primo notturno - cécile (it)
- letra de luv hrts - king zamir
- letra de help me, help you - cloudwatch
- letra de red lights - jwda
- letra de lighthouses - odd logic
- letra de brilliants vvs - slava marlow
- letra de my mind - nelly baradi
- letra de keepsake - anjali taneja
- letra de fool for you - jak3