
letra de lívsmynd - frændur
Loading...
enn eri eg ungur
og enn í góðum lag
mær tørvar einki føðibræv
til at prógva tað
eg minnist ei mín barnadóp
og mína grulvutíð;
nú eri eg nóg vaksin
til at skilja hvat og hví
eg vil elska, eg vil syngja
eg vil fevna kærleikan
eg vil leita til tey støð
har eg finni sannleikan
lívið er mítt listarverk
eg máli jú hvønn dag;
um eg fylli hundrað ár
ei liðið verður tað
vónin er at myndin mín
ein mildan skugga fær
tá fólk úr øllum heiminum
frælsið ogna sær
eg vil elska, eg vil liva
eg vil syngja friðarlag
saman við so mongum menniskjum
sum altíð vilja tað…
vilja gráta, vilja flenna
ynska frið í heiminum
og við álít’ á hvønn annan
læra mangt av lívinum
letras aleatórias
- letra de rollercoaster - we are the empty
- letra de bereit - spongebob schwammkopf
- letra de talk royalty - afrolegacy
- letra de touch the sky - opus
- letra de any other way (reimagined) - eric nam
- letra de weapon of choice (set mo remix) - fatboy slim
- letra de how long does complicated last [deluxe] - herein desire
- letra de you can do anything - stephen bishop
- letra de iceberg - highskill
- letra de wisdom kid - youngboykline