![letras.top](https://letras.top/files/logo.png)
letra de verd mín - eivør pálsdóttir
Loading...
fríða náttin er ein eimur
stjørnugrús, nú vaknar heimur
nakin standi eg
eina her.
maður vakur men so styggur
nærkast varisliga, hyggur
taradimt er hár
tinnuhúð.
verð mín,
verð mín,
verð mín.
undan fert tú eftir hæli
bangin, stundar eftir sælu
tøld eg fylgi tær
verð hjá mær.
nærkast hav og himmalrendur
kveiktar skelva tínar hendur
til tín komi inn
nem við meg.
verð mín,
verð mín,
verð mín.
skrínið læsti, lykil fjaldi
signaði ímóti galdri
maður er mítt hav
nátt er av.
tokkabundin hann meg fevnir
nevnir meg ein eydnulut
farin eru øll
einsamøll.
verð mín,
verð mín,
verð mín.
mín ham mítt hylki
eg sakni tað ikki,
ein ham eitt hylki
eg gloymi tað ikki.
letras aleatórias
- letra de cry b3b3 - brutalismus 3000
- letra de пусть едят пирожные - ulurin
- letra de low down lady - grayson jenkins
- letra de never be perfect - loren gray
- letra de mr. rattensau - peat
- letra de marie douceur, marie colère - manon hollander
- letra de simple - gq
- letra de goodbye sengen - will stetson
- letra de chance - jam esmeral
- letra de ужин (dinner) - дурной сон (durnoy son)