letra de enn - eivor palsdottir
Loading...
nú allir fuglar rýma
og ræðslan krýnir sorg
trilvi eg til tína
holdmjúku verndarborg
undir gráum himni
nú neyðin aftur týnir
markleys handan høv
flýggi eg inn í tíni
bláoygdu kærleiksbrøv
undir heiðum himni
herjan
býir bløða út
enn bleiktrar hon
í tonkunum
vónin
hetjan
dust og kjøt og húð
enn glampar hann
í toftunum
login
tá tøgnin øllum rúmar
og sokkin eru fjøll
tá reisi eg mær múrar
og bíði einsamøll
undir svørtum himni
letras aleatórias
- letra de robins - king lil nino
- letra de hymn for the new world - emily wells
- letra de black death - savana painter
- letra de bilder - dani-l (lyssna)
- letra de girls from other countries - andrew duhon
- letra de shawty - itsalfie
- letra de click clack - machete
- letra de love you tonight - johnny osbourne
- letra de superei foi o carai (part. vitor fernandes) - dalmi junior
- letra de watch me fly - t2