letra de alt annað enn vanligt - dania o. tausen
eg hugsi ein tanka
og hann er alt annað enn penur
eg vóni at eingin
fer at vænta meir av mær í dag
ein gráhærdur maður
lesur dimmu og keðist innan í mær
og barnið, eg einaferð kendi
er vilst og farið úr skónum
rennur runt við brotnum vónum
finnir ikki heim til tankarnar hjá mær
men ljósið er sött
og tað fevnir um mítt andlit
og sólin er góð
tá alt tykist alt annað enn vanligt
sum í dag
mítt hugflog er sum storknaðar sápur
og eg undrist nær eg eisini
verið sjúk, sum öll onnur
ein fluga larmar inni í oyranum hjá mær
og eg skilji bara löturnar
tá tær eru farnar frá mær
so eg takki fyri larmin
takki fyri kvalmu og hvínið frá gafflum
eg takki fyri möði
takki fyri lága stöðið hjá mær
tí tað víkir til viks
tá tú reisir meg upp
heldur mær tætt
vísir mær veg
til har sum alt er
alt er alt annað enn vanligt
og ljósið er sött
og tað fevnir um mítt andlit
og sólin er góð
tá alt tykist alt annað enn vanligt
ja, ljósið er sött
og tað fevnir um mítt andlit
og sólin er góð
tá alt tykist alt annað enn vanligt
sum í dag
letras aleatórias
- letra de vote for me - uncle sham and the politicians
- letra de huli jing - russalka
- letra de black agera rs - ltwftw feat. dinosaurik, bastard
- letra de estoy buscandote :( - gian schmitt
- letra de wait for me - litactus
- letra de holiday - pip blom
- letra de la isla - costa pacifico
- letra de когда это закончится (when will it end) - sleepy dex
- letra de leave life alone - land of talk
- letra de same thing to me - webbed wing