
letra de aldan / bølgen - annika hoydal
[verse 1]
altíð ræðdist eg taran í sjónum
rekandi vøkstur um klettar og brot
síðani, saman við ótta og vónum
hevur tú rikið mítt hjarta á flot
[chorus]
tak í meg, tak um mín iva
nem við meg, nert ikki við
sissa meg, tá eg vil líva
øs meg, tá eg biði um frið
[verse 2]
nú ert tú aldan, og eg eri tarin
dregur meg at tær og rekur meg frá
eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin
veit at eg missi teg, tá tú ert hjá
[chorus]
tak í meg, tak um mín iva
nem við meg, nert ikki við
sissa meg, tá eg vil líva
øs meg, tá eg biði um frið
[verse 3]
alt tað, sum lokkar og alt, sum vil styggja
fløðandi, fjarandi ert tú í mær
lyftir meg upp nú og letur meg liggja
myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær
[chorus]
tak í meg, tak um mín iva
nem við meg, nеrt ikki við
sissa meg, tá eg vil líva
øs meg, tá еg biði um frið
[verse 4]
ræddist eg sjógvin við myrkri og megi
visti meg stíga á ótryggan veg
líknandi leið, men við rekandi gleði
gangi eg nú : nú ræðist eg teg
[chorus]
tak í meg, tak um mín iva
nem við meg, nert ikki við
sissa meg, tá eg vil líva
øs meg, tá eg biði um frið
letras aleatórias
- letra de so i shall speak - t h r o n e (duo)
- letra de ravens feast/hot bassists - right on time
- letra de future - finnlay
- letra de fuck - b1zakk
- letra de tình hoài hương - ngọc hạ
- letra de mahal (freestyle) - chvrsi
- letra de tried so hard - $tupid young & twenty3wayz
- letra de turn back you fool - benny trokan
- letra de äijä viilee - frederik
- letra de don't kill my vibe - richie the rapper